Skip to main content

Keypstreytir

Kunning um vørukeyp, gjaldstreytir v.m.

Søla og útflýggjan

Vit avgreiða tygara bílegging, tá vøran er goldin. Vøran verður veitt við Posta. Fraktkostnaðurin er vanliga kr. 100,00 v/MVG.

Sendiháttur

Vøran verður send við Posta vanliga innan 2-4 yrkadagar (fyri goymsluvørur). Fyri bíleggingarvørur er tað 6 vikur veitingartíð. Teldupostur verður sendur um upplýsingarnar hvat tað kostar at senda. Vøran kann eisini heintast eftir avtalu hjá Óladóttir í Klaksvík, Skaltavegur 37.

Flutningur

Vit senda um alt landi. Fraktkostnaðurin er vanliga kr. 100,00 v/MVG.

Gjalding

Vit taka ímóti øllum vanligum gjaldskortum so sum Mastercard, Visa og Dankort. Eingi eyka avgjøld koma omaná eina bílegging, uttan avgjald fyri sending. Eisini taka vit ímóti Google Pay og Apple Pay.
Gjaldsservarin er gókendur av PBS (tryggur gjaldsháttur).

Tygum hava ongan váða við at nýta tygara gjaldskort hjá oladottir.fo. Vit nýta eitt sokallað SSL-samband til tess at tryggja, at onnur ikki luttaka, tá tygara kortnummar ella aðrir upplýsingar hjá tygum ferðast á alnótini. Gjaldskorts upplýsingar verða viðgjørdir umvegis Frisbii Pay, ið eru fyriskiparar av okkara síðu og eru tað tey, ið senda til PBS á einum tryggum SSL-sambandi – oladottir.fo kemur aldri at kenna tygara kortupplýsingar og tann kunnleikin verður viðgjørdur í trúðnaði.

So skjótt vøran er avgreidd hjá okkum og send til tín sum kunda, trekkja vit upphæddina. Um tygum velja at gjalda depositum, trekkja vit hetta so skjótt tað er umbiði.

Afturtøka

Um tygum av einhvørjari orsøk ikki eru nøgd/ur við vøruna, sum tygum hava keypt frá okkum, taka vit vøruna aftur, um tygum innan 14 dagar hava gjørt vart við hetta. Treytin fyri at vit taka vøruna aftur er, at hon er óbrúkt, í pakninginum og í sama standi.

Keypari rindar sjálvur fyri møguligan afturberingarkostna.

Standur á vøruni við afturbering

Keypari heftir sjálvur fyri virðisminking av vøruni, ið stendist av aðrari handfaring enn henni, ið er neyðug fyri at staðfesta um vøran er røtt. Hetta merkir at tú kanst royna vøruna, á sama hátt ið tú kanst gera í einum fysiskum handli.

Er vøran nýtt á annan hátt enn lýst omanfyri, verður hon mett sum brúkt, og hevur harvið mist virðið. Hetta merkir, at um tú iðrar títt keyp, metir Óladóttir um virðið, og endurrindar sambært hesi prísmeting.

Kæra til Dátueftirlitið

Tú hevur rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú finnur samskiftisupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á heimasíðuni www.dat.fo.

Brúkaravernd

Les meira um brúkaravernd tá tú keypir umvegis gjaldsskipan frá Frisbii Pay: https://frisbii.com/da/databetingelser

Klagur

Klagur skulu sendast til Brúkaraumboðið, Skálatrøð 20, Postrúm 73, FO-110 Tórshavn.

Endurgjald

Keypari hevur 2-ára endurgjaldsrætt sambært føroyskari lóggávu. Endurgjaldið fevnir um øll brek, ið standast av framleiðslu.

Endurgjaldskrav skal boðast Óladóttir frá í rímiligari tíð. Her verður mett at rímulig tíð er í mesta lagi tveir mánaðar eftir móttøku, um ikki annað er avtalað. Óladóttir endurrindar í hesum føri møguligan flutningskostna.

Endurgjaldskrav dettur burtur um vøran er handfarin ella nýtt á skeivan hátt.

Áheitan um endurgjaldskrav skal sendast til:

Óladóttir
Skaltavegur 37
FO-700 Klaksvík
Føroyar

V-tal: 588938

Bank upplýsingar
Betri banki
Regnr.: 9181
Kontonr.: 611.265.1
IBAN : FO0591810006112651
SWIFT: EIKBFOTF

Upplýsingar til afturtøku

(Tá afturtøkurætturin er galdandi, skalt tú lata hesar upplýsingar til info@oladottir.fo )

– Til [Óladóttir,Skaltavegur 37, FO-700 Klaksvík, Føroyar, info@oladottir.fo]:

– Eg (*) vil hervið boða frá at eg (*) vil gera nýtslu av mínum afturtøkurætti, í samband við keyp av fylgjandi vøru ella tænastu:

– Navn á vøru (*)

– Bíløgd tann (*)/móttikin tann (*)

– Navn á keypara (*)

– Bústaður hjá keypara (*)

– Undirskrift hjá keypara (*) (bert um upplýsingarnar verða lætnar á prentaðum pappíri)

– Dagfesting (*)

Prísir oa.

Allir prísir eru í DKK við mvg. Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum og møguligum skrivivillum.

Tínar stillingar
Tá tú vitjar okkara heimasíðu, kann hon goyma upplýsingar gjøgnum tín kaga frá ávísum tænastum, vanliga í formi av farsporum. Her kanst tú broyta tínar privatlívsval. Legg til merkis, at um tú blokerar nøkur sløg av farsporum, kann tað ávirka tína uppliving á heimasíðu okkara og tænasturnar, sum vit bjóða.